Undirvísingarstýrið søkir eftir nýggjum skúlastjóra til Skúlan á Trøðni, sum verður settur frá 1. august 2025 ella skjótast eftir tað. Jan Christiansen hevur verið skúlastjóri síðan 2005, tá skúlin aftur kom á fíggjarlógina sum sjálvstøðugur skúli.
Komandi skúlaár byrjar eitt heildagstilboð til næmingar í ovastu lon. Skúlastjórin skal tryggja fakliga menning, trivnað og fíggjarstýring, umframt at samskipa heildagstilboðið sum eina eind millum skúlagongd og frítíðartilboð.
Skúlin á Trøðni er serliga skikkaður til at veita undirvísing og stuðul til næmingar við ymiskum tørvi.
Skúlin byrjaði í 1962 sum Statens skole for høre- og talelidende, har bert 6 næmingar vóru í fyrsta árinum. Upprunaliga var skúlin danskur, men gjørdist almennur føroyskur skúli í 1990. Í dag er Skúlin á Trøðni einasti serskúli í Føroyum, við 70 næmingum og umleið 40 ársverkum.