Smyril Line byggir tvey skip í Kina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Smyril Line letur tvey nýggj farmaskip byggja í Kina. Skipini koma í flotan í miðskeiðis í 2026. Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá felagnum.

Skipini eru sniðgivin við burðardygd í huga og skulu styrkja effektivitetin og tænastustøðið hjá felagnum. Tey eru ein liður í ætlanini hjá Smyril Line at laga seg til broyttu marknaðartreytirnar og tryggja eina grøna orkuloysn framyvir.

Í mai 2024 undirskrivaði Smyril Line eisini ein sáttmála við Articon um byggingina av nýggja høvuðssætinum, farstøðini og goymsluhúsinum í Tórshavn. Bygningurin, sum verður liðugur í 2026, fer at bøta um rakstrarmøguleikarnar hjá felagnum og at styrkja tænastuna til kundarnar.

Smyril Line hevði eitt ársúrslit í 2024 á 127 milliónir krónur í avlopi, og rakstrarúrslitið var heili 286 milliónir krónur, 5 milliónir krónur meira enn í 2023. Talan var um eitt metár, hóast høga inflatión, verkføll og fleiri nýggj avgjøld á vinnuna.

Smyril Line væntar framhaldandi góð úrslit innan bæði ferða- og farmageiran, hóast fleiri óvissur, serliga í mun til brennievnisprísir, inflatión og geopolitisku viðurskiftini.

Smyril Line raðfestir skilagóðan rakstur, burðardyggar íløgur og góða kundatænastu fyri at tryggja eina sterka og burðardygga framtíð.