So stórt hall eigur ikki at koma fyri við ongum arbeiðsloysi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hallið hjá landskassanum er mett at vera 102 milliónir krónur í 2024, 305 milliónir krónur í 2025 og 266 milliónir krónur í 2026. Tað stendur millum annað í várfrágreiðingni í hjá Landsbankanum.

Hallið á fíggjarlógini svarar til umleið 1 prosent av BTÚ ár undan ár, og tað eigur ikki at koma fyri í einum samfelagi uttan nakað nevnivert arbeiðsloysi.

Eisini verður roknað við hallið samlað sæð hjá kommununum á 244 milliónir krónur í 2024 og 169 milliónir krónur í 2025.

Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað hevur við hægri rentuútreiðslur, ið aftur hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentuútreiðslur.

Verður einki gjørt, kemur hallið at vaksa enn meira. Demografiska gongdin við vaksandi tali av gomlum fólkum ger, at útreiðslurnar fara at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar.

Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at vaksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna.


Mynd 1 Landskassans úrslit RLÚ1, vanligir postar 2020-2026

Viðm.: 2020-2023 er roknskapur, 2024 til 2026 eru metingar. 2026 er í føstum prísum. Kelda: Gjaldstovan, Fíggjarmálaráðið og Búskaparráðið.


Talva 1 Samlað rakstrar- og játtanartøl fyri allar kommunur

Kelda: Gjaldstovan. 2024: roknskapur per 26. februar, 2025: játtan