Søk um stuðul til grønar orkumøguleikar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú ber til at søkja um stuðul til verkætlanir, sum snúgva seg um alternativar grønar orkumøguleikar. Tað skrivar Umhvørvismálaráðið.

1,3 milliónir krónur eru settar av til endamálið, sum er at útvega vitan og royndir við alternativum grønum orkumøguleikum. Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir

Tí fáa kommunur, felagsskapir og privat feløg møguleikan at fremja verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.

Reglugerðin liggur á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur játtanina. Freistin at søkja er 25. februar.