Søkja eftir fólki til nýggju Familjutænastuna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Barnaverndarstovan søkir eftir familjuviðgerum til nýggja viðgerðartilboðið, Familjutænastuna.

Familjutænastan er eitt nýtt tilboð, sett á stovn av Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Kommunufelagnum

Familjutænastan skal veita ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum. Familjuviðgerarnir fara at arbeiða bæði á stovninum og heima hjá familjunum fyri at skapa trygg sambond og stuðla trivnaði hjá børnum.

Endamálið við Familjutænastuni er at fyribyrgja, at børn verða sett heiman, og at stuðla og vegleiða familjum í sínum foreldraskapi fyri at skapa trygg sambond.

Størvini krevja útbúgving innan til dømis námsfrøði, ergoterapi, sosialráðgeving, lærara ella heilsufak, og viðkomandi royndir at viðgera familjur í viðbreknari støðu.