Flest okkara minnast fullkommu sólarmyrkingina í 20. mars 2015. Í morgun aftur sólarmyrking í Føroyum, men hesaferð var ikki heilt myrkt, tí talan var um eina lutvísa sólmyrking. Veðrið gjørdi tó, at sólarmyrkingini í sást, tí tað var yvirskíggjað um alt landið.
Klokkan 10.13 kom mánin spakuliga fyri sólina, klokkan 11.12 fjaldi mánin 51 prosent av sólini, og klokkan 12.13 slepti mánin sólini aftur.
Ógvusligast var lutvísa sólarmyrkingin í Kanada, har 90 prosent av sólini vóru fjald av mánanum. Í grønlenska høvuðsstaðnum Nuuk vóru 87 prosent av sólini handan mándan mánan, tá ið sólin var mest fjald.
Myndin er tikin í Nuuk í Grønlandi
Ein sólarmyrking er, tá ið mánin kemur fyri sólina. Tær eru sjáldsamar og fullkomnar sólarmyrkingar eru sera sjáldsamar. Í Føroyum var nógv gjørt burtur úr fyri tíggju árum síðan, 20. mars 2015, tá ið ein fullkomin sólarmyrking rakti Føroyar. Eisini 30. juni 1954 var fullkomin sólarmyrking í Føroyum.
Næsta fullkomna sólarmyrking í Føroyum er ikki fyrr enn 26. mai 2245, og tað sigur eitt sindur um, hvussu sjáldsamar tær eru, at bara ein afturat verður í hesum áratúsund. Hon verður hon verður 7. septembur 2974.
Næsta lutvísa sólarmyrking rakar Føroyar 12. august næsta ár, og tá verða 91 prosent av sólini fjald klokkan 18.54.