Sólvit stillar ikki upp aftur – Karlot tingbólkaformaður

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sólvit Nolsø tingmaður fyri Framsókn sigur í kvøld á Facebooksíðuni hjá flókkinum soleiðis:
– Flokkurin hevur samtykt, at fosturtøkupolitikkurin er ein politikkur hjá flokkinum, sum valevni skulu taka undir við. Hetta er ein broytt fortreyt í mun til, tá eg av fyrstan tíð stillaði upp fyri flokkin. Tí kann eg ikki stilla upp fyri Framsókn aftur.

Sólvit Nolsø fór í dag frá sum formaður fyri tingbólkin hjá Framsókn. Hann verður sitandi sum tingmaður skeiðið út, men stillar so ikki upp aftur.

Karlot Hergeirsson tekur við sum tingbólkaformaður