Spæl føroyskt á G!

Skrivað

G!

Dagfesting

Aftur í ár er G! við til at hátíðarhalda spæl føroyskt vikuna.

Útlendsku nøvnini fylla nógv í prátinum gjøgnum árið, men kommandi viku tosa vit bert um føroysk nøvn. Og føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur.

Summi eru ung, onnur tilkomin. Summi spæla mest úti í heimi og onnur mest her heima.

Hvör fuglur syngur við sínum nevi, og vit eru errin av øllum. Tónleikaríkidømið er sanniliga stórt í hesum landi.

Sjey føroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2025, vit byrja mánamorgunin og halda so fram eina heila viku.

Higartil eru trý føroysk nøvn kunngjørd, tey eru Hallur Joensen, Marius DC og Beinir.

Fylg við, tá ið vit hvønn morgun komandi vikuna kunngera eitt spennandi føroyskt tónleikanavn.

Mynd: Christian Hjorth