,

Spælimaðurin við heimsins enda kemur heim til Vestmanna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fríggjakvøldið verður heimildarfilmurin Róin – Spælimaðurin við heimsins enda vístur á Miðnámi í Vestmanna. Filmurin lýsir lívs- og tónleikaferðina hjá vestmenninginum Róini Siggertssyni, sum eftir nærum 30 ár uttanlands roynir at finna fótafestið heimaftur í heimbygdini. Hetta vísir seg ikki at vera heilt lætt, tí Róin stríðist við ovurnýtslu av øli og heilivági.

Róin er tó ein sannur úrmælingur, tá ið hann situr við klaverið. Í filminum hoyra vit tónleikin, sum hann sjálvur hevur skrivað, og fylgja við, tá ið hann endar á einum vegamóti. um hann skal fara aftur til Danmarkar ella verða verandi í Føroyum, nú hann eisini er vorðin pápi?

Pætur H. Evensson hevur leikstjórnað filmin, sum er framleiddur av Kykmyndum.

Sýningarnar verða klokkan 19 og klokkan 21, og tað er ókeypis atgongd. Tó er tilmelding ein fyrimunur, tí plássið í salinum er avmarkað. Tilmelding fæst við at venda sær til Vestmanna kommunu á 770100 ella við telduposti á vestmanna@vestmanna.fo.

Eftir fyrru sýningina verður ein hugnalig móttøka á Faer Isles Distillery, har Róin fer at framføra nøkur av sínum nýggjastu løgum. Enn eru tøk pláss til seinni sýningina, sigur Vestmanna kommuna.