Stásiligt Ovasavn latið upp í Nólsoy

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin læt Ovasavnið í Nólsoy upp, og nógv fólk var savnað til hátíðarhaldið. Skúlabørn framførdu Ovasangin, og fleiri røður vóru hildnar. Elsa Berg, borgarstjóri, bar fram eina heilsan frá Tórshavnar kommunu.

Savnið húsar fyrst og fremst róðrarbátinum Dianu Victoriu, sum Ove Joensen í 1986 róði einsamallur úr Føroyum til Keypmannahavn.

Birkbloggur letur eisini væl at savninum, og sigur hølini eru hugtakandi og skapa eit serligt huglag, har søgan um Ova og bygdasamhaldið kemur til sjóndar.

Les allan bloggin og síggj myndirnar hjá Birkblogg her >>


Myndir: torshavn.fo