Størri møguleiki at Mbappe kemur til Føroya

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tá ið lutakast var til HM-bólkarnar varð greitt, at Føroyar skulu spæla móti taparunum av tveimum avgerandi dystum í UEFA Nations League millum Frakland og Kroatia.

Kroatia vann í kvøld tann fyrra av hesum dystum 2-0, og tí øktust møguleikarnar fyri, at Frakland og Kylian Mbappe koma til Føroya at spæla. Men enn ber sjálvandi til, at Fraklandi ger bart á heimavølli og vinnur samanlagt.

Føroyar eru eisini í bólki saman við Kekkia, Montenegro og Gibraltar


HM-endaspælið verður í USA og Kanada í 2026

48 lond verða við í HM-endaspælinum og av hesum verða 16 lond úr Evropa.

Tey 54 evropeiskum londini er býtt í tólv HM-undanbólkar, seks bólkar við fimm londum og seks bólkar við 4 londum.

Teir tólv vinnararnir í hvørjum bólki spæla seg beinleiðis til HM-endaspælið.

Teir tólv tveyararnir skulu saman við fýra londum, sum koma við gjøgnum Nations League, spæla um fýra tey seinastu evropeisku plássini. Tað verður avgjørt í fýra bólkum við hálvfinalum og finalum.

Her eru allir 12 undanbólkarnir til HM 2026

Bólkur A

  • Vinnari Týskland/Italia
  • Slovakia
  • Norðurírland
  • Luksemborg

Bólkur B

  • Sveis
  • Svøríki
  • Slovenia
  • Kosovo

Bólkur C

  • Tapari Portugal/Danmark
  • Grikkaland
  • Skotland
  • Hvítarussland

Bólkur D

  • Vinnari Frakland/Kroatia
  • Ukraina
  • Ísland
  • Aserbadjan

Bólkur E

  • Vinnari Spania/Niðurlond
  • Turkaland
  • Georgia
  • Bulgaria

Bólkur F

  • Vinnari Portugal/Danmark
  • Ungarn
  • Írland
  • Armenia

Bólkur G

  • Tapari Spania/Niðurlond
  • Pólland
  • Finnland
  • Litava
  • Malta

Bólkur H

  • Eysturríki
  • Rumenia
  • Bosnia og Herzegovina
  • Kýpros
  • San Marino

Bólkur I

  • Tapari Týskland/Italia
  • Noreg
  • Ísrael
  • Estland
  • Moldova

Bólkur J

  • Belgia
  • Wales
  • Norðurmakedónia
  • Kasakstan
  • Liktinstein

Bólkur K

  • Ongland
  • Serbia
  • Albania
  • Lettland
  • Andorra

Bólkur L

  • Tapari Frakland/Kroatia
  • Kekkia
  • Montenegro
  • Føroyar
  • Gibraltar