Stórt rúsevnasmál í rættin næstu viku

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya Politii boðar frá, at eitt mál um smugling av 3,8 kg amfetamini og 23 kg hassji skal viðgerast í Føroya Rætti í næstu viku.

Seks fólk, fimm menn og ein kvinna,  eru ákærd fyri at hava smuglað rúsevni við seglbáti úr Danmark til Føroya við tí endamáli at selja víðari. Øll hava sitið í varðhaldi síðan handtøkuna í august í fjør og januar í ár.

Hetta er størsta nøgdin av amfetamini í einum máli í Føroyum higartil. Amfetamin er bólkað sum eitt serliga vandamikið og skaðiligt rúsevni.

Føroya Politi og danska NSK hava arbeitt tætt saman í kanningararbeiðinum. Harumframt hava Taks og Skattestyrelsen í Danmark eisini hjálpt til.

Av tí at hølini hjá Føroya Rætti eru ov lítil til eitt so stórt mál, verður rættarmálið viðgjørt á Hotel Hafnia.