Strandferðslan bøtir um avgreiðsluna av ferðafólkum í bólki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Strandfarskip Landsins hava gjørt broytingar fyri at bøta um avgreiðsluna av ferðafólkum í bólki við ferjunum.

Nýggja prísskipanin krevur, at ferðafólk bíleggja ferðaseðil á netnum, men avbjóðingar hava verið við at handfara størri bólkar. Tað kom fram á Krambatanga, har tað seinkaði ítróttarfólki at sleppa umborð á Smyril.

Talgildi parturin, ið skal handfara bólkar, virkar ikki sum ætlað, men verður væntandi klárur skjótt. Strandferðslan hevur eftirmett støðuna og tikið stig til at forða, at trupulleikarnir við bólkum endurtaka seg.

Nú verður avgreiðslan fyri bólkar skipað, so hesi koma skjótari umborð.

Niels Juel Arge, stjóri, sigur, at stórar broytingar hava við sær lýtir og barnasjúkur, men samlað hava bíleggingar- og prísskipanin verið væl móttiknar.