Fyri at tryggja sær bestu prísirnar og ferðasømdir, mælir Strandfaraskip Landsins øllum kundum til at stovna sær ein brúkara í bíleggingarskipani og at skráseta p-talið á sínum brúkara.
Nýggi prísbygnaðurin á oyggjaleiðum kom í gildi í gjár, og nú ber til at bíleggja ferðaseðil við nýggju prísunum á øllum oyggjaleiðum fyr allan apríl.
Fríggjadagin klokkan 12 letur bíleggingarskipanin upp fyri bílegging av ferðaseðlum upp til 90 dagar fram í tíð.
Í nýggju skipanini verða tríggjar prísflokkar:
- Staðprísur fyri tey, ið keypa ferðaseðilin umborð.
- Netprísur fyri tey, ið keypa ferðaseðilin á bíleggingarskipanini
- Netprísur fyri búsitandi í Føroyum er fyri tey, sum búgva í Føroyum og bíleggja á bíleggingarskipanini
Ístaðin fyri virðiskort og mánaðarkort kemur eitt nýtt árskort, sum gevur kundanum størri avsláttur alt eftir, hvussu ofta farleiðin verður brúkt. Skúlakortini halda fram sum áður, tó ikki á Mykinesleiðini.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni og á Facebook eru vegleiðingar, hvussu bíleggingarskipanin verður brúkt.