Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bókina Sjókæti A-OY, sum er ein spildurnýggj myndabók til børn í aldrinum 2-7 ár.
Sólrún Michelsen hevur skrivað stuttligu og læruríku rímini um alskyns djór í havinum, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina við vøkrum, skemtiligum og spennandi pappírsklippum.
Sjókæti A-OY gevur lesaranum eina serliga uppliving av litríka heiminum undir vatnskorpuni. Ansjós, állur, búrfiskur og onnur forvitnislig sjódjór verða lýst við stuttligum og læruríkum rímum
Bókin verður løgd fram leygardagin 22. mars klokkan 12 í Gulaskúla á Argjum og klokkan 13 á Føroya Sjósavni.
Á tiltakinum í Gulaskúla verður samrøða við Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø. Harumframt verða myndirnar úr bókini sýndar fram, og høvi verður at fáa bókina signeraða.


