HM-undanbólkur L
Kekkia – Føroyar 2-1 (1-0)
Nú er aftur stuttligt at hyggja eftir landsliðnum í fótbólti. Nú spæla vit aftur móti málinum, og okkara menn skoraðu eisini eitt mál móti Kekkia, sum er millum betru liðini í Evropa.
Ein nýggj byrjan, sum veruliga byrjaði í dag, eftir at Eyðun Klakstein var landsliðsvenjari í tveimum Nations League dystum í heyst.
Og ja, avrikið móti Kekka er góðkent, og tað var sera nær við at verða meira enn góðkent, tá ið Gunnar Vatnhamar javnaði sjey minuttir fyri tíð.
Adrian Justinussen var júst komin inn. Hann sendi hornasparkið úr høgru síðu hart innfyri, og har kom Gunnar Vatnhamar sveimandi langt omanfyri Tomas Soucek, sum dagliga spælir við West Ham í Premier League, setti høvdið á bóltin, sum brast í meskarnar.
Fáar minuttir frá einum óvæntaðum stigið, hildu vit. Men eitt var kortini ikki broytt við føroyska landsliðnum, vit dugu ikki nóg væl at halda upp á leiðslur, og bara tveir minuttir seinni hevði Patrik Schick skallað Kekkar fram um aftur, tá ið hann vann ein luftdyst móti Andreas Edmunsson.
Og júst luftbóltarnir vóru teir, sum voldu okkum teir stóru trupuleikarnar hendan dystin, serliga í fyrra hálvleiki.
Kekkar høvdu alt spælið frá byrjan, og tað var týðiligt, at okkara menn høvdu fingið boð um fyrst og fremst at verja, og menn tóku ongar kjansir við nøkrum sum helst býttum samanspælið nær á námind okkara egna brotsteigi.
Hinvegin so var rímiliga gott pláss at leypa á, tá ið vit hendinga ferð komu fram um miðjuna, og eftir at hava burturspilt ein kontramøguleika, gekst betri við tí næsta, tá ið bólturin heldur tilvildarliga fall fyri føturnar á Hanusi Sørensen á miðjum vølli nakað úti í høgru í høgru síðu. Hann setti kós móti málinum, men í góðari skotstøðu á veg inn í brotsteigin fekk hann ikki nóg gott skot á, og so bjargaði málverjin. Kanska besti møguleikin í dystinum fyrsta korterið.
Føroyar komu nú undir eitt sera stórt trýst, og eftir fleiri hornapsparksstøður, har Føroyar høvdu trupult við at fáa bóltin burtur úr brotsteiginum, var eitt hornaspark seint innfyri, og snittað víðari tvørtur um málteigin, har bólturin so varð beindur inn fyri málið aftur, og so skallaði Patrik Schick bóltin í málið.
Beint fyri hálvleiki legði trýstið hjá teimum seg nakað. Vit fingu dreymafrísparksstøðuna til Árna Frederiksberg beint frammanfyri brotsteigin, men hann rakti í høvdið á størsta manninum á vøllinum.
Hornaspark til Føroyar. Brandur sendi bóltin beint í høvdið á Oddmari Færø við nærmastu stong, men málverjin bjargaði lættliga.
Tríggir teir fyrstu minuttirnir í seinna hálvleiki vóru kanska okkara bestu, tí vit høvdu bóltin, og fleiri góðar deyðbóltsstøður.
Í heila tikið var seinni hálvleikur frægari enn fyrri. Vit vóru eitt sindur meira ágangandi í luftbóltsstøðunum og trýstið hjá teimum var ikki so stórt. Kortini eydnaðist teimum at finna eitt tómrúm framman fyri føroyska málið við at benda innlegg móti handaru stong, og nakrar ferðir var nær við, at teir øktu.
Men vit hildu stand, og innskiftingarnar gjørdu ikki liðið verri.
Við monnum sum Árna Frederiksberg, Peturi Knudsen, Hanus Sørensen og seinni Adrian Justinussen á vøllinum, sum allir hava evni at gera mun fram eftir vøllinum, var munandi áhugaverdari at síggja føroyska landsliðið í dag, samanborið við nógvar av seinastu dystunum undir Håkan Ericson, sum endaði sítt starv sum landsliðsvenjari við hálvavegna at siga, at Føroyar duga einki og kunnu einki.
Nú var annar hugburður, og vónandi megnar Eyðun Klakstein at flyta landsliðið soleiðis, at vit við tíðini eins og hondbólturin kunnu vera við fyri at vinna.
Í dag var torført at taka nakran leikara fram um nakran annan, og var tað fyrst og fremst liðavrikið, sum var gott. Bárður á Reynatrøð var góður í málinum, verjan stóð sum heild væl, men hevði tað trupult við teimum mongu innleggunum. Miðvøllurin vardi væl, men bóltspælið manglaði, og í álopinum var lítið at arbeiða við, men heilt eiðasørt var tað ikki.
Vit gleða okkum til til næsta dyst móti Montenegro týskvøldið klokkan 19.45. Á pappírinum er tann dysturin nakað lættari, men tað er kortini ongantíð lætt at spæla á Balkan, so Eyðun og hansara menn fáa brúk fyri øllum snildum, um vit skulu fáa nakað burtur úr einum góðum avrikið har niðri.
HM-undanbólkur L
Kekkia – Føroyar 2-1 (1-0)
1-0 25′ Patrik Schick
1-1 83′ Gunnar Vatnhamar
2-1 85′ Patrik Schick
Kekkia:
Matej Kovar – Tomáš Holeš (23′ David Zima), Vladimir Coufal (80’David Doudera), Ladislav Krejcí, Patrik Schick, Lukáš Cerv (61′ Lukáš Provod), Pavel Šulc (61′ Alex Kral) , Václav Cerný (79′ Matej Šin), Jaroslav Zelený, Tomáš Chorý, Tomas Soucek
Gul kort: 65′ Tomáš Chorý
Føroyar:
Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen (38′ Jóannes Danielsen), Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg (79′ Adrian Justinussen), Brandur Hendriksson Olsen (79′ Páll Klettskarð), Hallur Hansson (64′ René Shaki Joensen), Hanus Sørensen – Petur Knudsen (64′ Meinhard Olsen)
Gult kort: 28′ Hallur Hansson, 69′ Hanus Sørensen
Bólkur L
Montenegro – Gibraltar 3-1 (1-1)
Stigatalva
D | V | J | T | Mál | Stig | ||
1 | Montenegro | 1 | 1 | 0 | 0 | 3-1 | 3 |
2 | Kekkia | 1 | 1 | 0 | 0 | 2-1 | 3 |
3 | Kroatia/Frakland | 0 | 0 | 0 | 0 | 0-0 | 0 |
4 | Føroyar | 1 | 0 | 0 | 1 | 1-2 | 0 |
5 | Gibraltar | 1 | 0 | 0 | 1 | 1-3 | 0 |