Pætur Nolsøe sigur frá dystinum millum TB og NSÍ við Stórá í Trongisvági, ið byrjar klokkan 14.45, og Trygvi Absalonsen sigur frá dystinum millum HB og B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn. Í hálvleikinum og aftaná dystin hoyra vit frá heimildarmonnunum, Eyðstein Zachariasen, ið verður staddur til dystin EB/Streymur-B68 í Hólmanum á Eiði, og Jóhan á Mýrini, ið verður staddur til dystin 07 Vestur-FC Suðuroy á Dungasandi í Sørvági. Aftaná klokkan 17 hoyra vit samrøður við umboð fyri tey átta liðini. Klokkan 13 verður B36 Varpið endursent, og eftir tað verður sendingin “Fótbóltsskýlið” endursend. So bólturin rullar frá klokkan 13 á FM1 í morgin.

Sunnudagin sigur FM1 frá dystunum: TB-NSÍ og HB-B36
Skrivað
Dagfesting