Svimjifelagið Ægir 50 ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

12. januar hátíðarhelt Svimjifelagið Ægir 50 ára stovningardagin.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri, vóru báðir og heilsaðu uppá formannin í felagnum, John D. Olsen, og høvðusvenjaran, Petur Heðin á Fløtti, umframt bæði yngri og eldri íðkarar. 

Tað var tann 12. januar 1975, at stovnandi aðalfundur var hjá Ægir. Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini, har umleið 150 fólk vóru samankomin. Poul Nolsøe beyð vælkomin og greiddi frá, hvat fyrireikingarnevndin hevði arbeitt við. Nógv uppskot um nøvn vóru, men til endans var semja um, at felagið skuldi eita Ægir. Soleiðis byrjar fyrsta gerðabókin hjá Ægir.