Systrar givnar í Norðurlandahúsinum eftir ósemju

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

1. apríl góvust Systrar at reka matstovuna í Norðurlandahúsinum. Á heimasíðuni hjá Systrum verður sagt, at samráðingarnar við leiðsluna hava verið merktar av ógreiðum tilgongdum og broyttum krøvum.

Systrar skriva, at tær hava í nærum tvey ár roynt at fáa ein nýggjan sáttmála til vega, men avtalurnar hava víst seg at vera órealistiskar. Systrar hava lagt fram tøl og uppskot, sum skuldu gera lønandi virksemi møguligt, men leiðslan valdi at lýsa sáttmálan leysan.

    Samstundis hava arbeiðskorini í Norðurlandahúsinum verið vánalig. Køkurin er óhóskandi til virksemið, og goymsluviðurskiftini eru vánalig.

    Krøvini um vistfrøðiligar vørur, langar upplatingartíðir og lágar prísir hava sett felagið undir stórt trýst. Á fundi í mars boðaði leiðslan frá, at samstarvið fór at enda, og hóast Systrar royndu at finna loysnir, var niðurstøðan at gevast alt fyri eitt.

    Samstundis sigur felagið seg sjálvt eisini hava ábyrgd av, at støðan er sum hon er. Systrar hava í langa tíð arbeitt ólønt fyri at halda virksemið koyrandi og hava ikki megnað at sett mørk í sáttmálum.

    Felagið hevur hildið á, hóast arbeiðsumstøðurnar hava verið serstakliga krevjandi og hevur í ov stóran mun funnið seg, at leiðslan í Norðurlandahúsinum blandar seg upp í og tarnar virkseminum.

    Systrar fara nú at endurhugsa framtíðina hjá felagnum og vóna at finna loysnir.