Tvøroyrar kommuna hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Rakul Mikkjalsdóttir, sertannlækna í ortodonti, um at veita barna- og ungdómstannrøktini serviðgerðir innan tannregulering og tannrætting. Avtalan tekur gildi frá 1. apríl 2025.
Eisini hevur Tvøroyrar kommuna sett Annu Mikkjalsdóttir í starv sum leiðandi tannlækna á barna- og ungdómstannrøktini frá 1. november 2024. Hon tekur yvir eftir Rutt Jensen og Merete Mathiesen, sum báðar fara frá vegna aldur 31. mars 2025.
Frá 1. apríl 2025 fara tær báðar systrarnar Anna- og Rakul Mikkjalsdóttir saman við starvsfólkunum í barna- og ungdómstannrøktini at veita børnunum og teimum ungu undir 18 ár í Tvøroyrar kommunu ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt. Tænasturnar fevna eisini um boyla- og tannrættingar viðgerðir.
Barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu veitir eisini javnbjóðis tænastur til øll børn undir 18 ár í grannakommununum Hvalbiar- og Fámjins kommunu.
Mynd av heimsíðuni hjá Tvøroyar kommunu: Anna Mikkjalsdóttir, leiðandi tannlækni av barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu, Rakul Mikkjalsdóttir, sertannlækni í ortodonti, og Kristin Michelsen, borgarstjóri