Seks arbeiðarafeløg og Samtak heita staðiliga á samgonguna at taka uppskotið um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár aftur.
Tey siga at samgongan hevur enn einaferð staðfest, at hon ikki arbeiðir fyri verkafólk, við at hækka pensjónsaldurin til 70 ár. Verkafólk fara út á arbeiðsmarknaðin sum tannáringar, og tað er óvirðiligt at krevja, at tey skulu vera uppaftur longri á arbeiðsmarknaðinum enn tey eru nú.
Fakfeløgini halda, at vit mugu fáa eina pensjónsskipan, sum betri tekur hædd fyri løntakarum her á landi. Tað er ikki gott nokk hjá politiska myndugleikanum at siga, at fólk bara kunnu gerast fyritíðarpensjónistar ella fara á framskundaða pensjón, tí verandi skipanir eru ikki nóg góðar.
Verkafólk krevja ikki nøkur serrættindi, men politiski myndugleikin má taka spurningin um pensjónsaldur í størri álvara.
Fakfeløgini heita á myndugleikarnar um at taka uppskotið aftur og kanna støðuna hjá løntakarum, áðrenn tað verður handlað. Tað er vandamikið fyri politisku skipanina at missa sambandið við gerandisdagin hjá vanligum fólkum.
Feløgini, sum hava skrivað undir áheitanina er Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Samtak.