Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot til Løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2,0 til hoyringar.
Uppskotið fevnir um eina heildarætlan fyri talgilding í tíðarskeiðinum 2025-2027. Uppskotið byggir á ta framgongd, sum vit hava sæð við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni og leggur dent á at menna nýggjar talgildar tænastur innan heilsu og vinnu.
Heildarætlanin fevnir um átøk, sum verða fíggjað av bæði almennum og privatum pørtum. Millum annað fer Umhvørvisstovan at rinda fyri ábøtur á fólkayvirlitið, meðan Sjúkrahúsverkið fíggjar verkætlanina nýtt THS.
Virkið verður hornasteinur í at menna ein virkisvanga, soleiðis sum borgarar kenna tað á Vanganum. Hetta skal gera tað lættari hjá vinnuni at samskifta við almennar stovnar og brúka ein talgildan postkassa til samskifti við tað almenna.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja, at talgilding framhaldandi verður ein drívmegi til vøkstur og vælferð. Talgildar loysnir fara at geva fólki í útjaðaranum og vinnuni betri møguleikar at brúka talgildar tænastur.
Uppskotið er til hoyringar á hoyringsportalinum hjá Landsstýrinum frá 17. januar til 7. februar 2025.
Heildarætlanin kann lesast í leinkinum her: Talgilding av samfelagnum heldur fram.
Lógaruppskotið kann lesast her