FM í telving verður á Skúlatrøð í Klaksvík í døgunum 12.- til 18. apríl.
Átta teir bestu telvararnir kappast í landsliðsbólkinum. Eisini verður kappast í unglingabólkinum, opna bólkinum og einum bólki fyri veteranar.
FM-kappingini er skipað í sjey umførum, har hvør leikur byrjar við 90 minuttum til fyrstu 40 leikirnar, og síðan verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Harumframt verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik, frá fyrsta leiki.
Steyp og peningavinningar verða latin teimum bestu í hvørjum bólki. Føroyameistarin í talvi vinnur 6000 krónur.
Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um javnt stendur um 1. pláss.
Allir bólkar telva soleiðis:
1. umfar | Leygardagur | 12. apríl | kl. 14.00 |
2. umfar | Sunnudagur | 13. apríl | kl. 14.00 |
3. umfar | Mánadagur | 14. apríl | kl. 17.00 |
4. umfar | Týsdagur | 15. apríl | kl. 17.00 |
5. umfar | Mikudagur | 16. apríl | kl. 17.00 |
6. umfar | Hósdagur | 17. apríl | kl. 14.00 |
7. umfar | Fríggjadagur | 18. apríl | kl. 14.00 |