Nýggjárshaldið í Vági man verða tað mest kenda nýggjárshaldið í Føroyum, og hvørt ár koma fólk úr øllum Føroyum og úr utlondum til Vágs at halda nýggjár. Nógv verður gjørt burturúr og nógv er at fyrireika.
Skráin til nýggjárshaldið í Vági í 2024
Klokkan 10.00-12.00: Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmat í VB-húsinum.
- Klokkan 10.00: Kirkjurenning frá Vágs kirkju
- Klokkan 13.00: Barnatiltak í Vágs Høll v/Bubu og Danny and the veetos duo. Har verður eisini andlitsmáling. Dyrnar lata upp kl. 12.30.
- Klokkan 23.45: Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestueftir.
- Klokkan 00.00: Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum og Sandinum. Sum vant verður sálmurin Tíðin rennur sum streymur í á sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.
- Eftir bálið er stórdansur á Eiðinum. Í Vágs Høll spæla Hitmen, Adrenaline, DJ Gajoe, Danny & The Veetos duo. Í VB-húsinum spæla Fourmenh og DJ Annand.
Her eru nakrar myndir av fyrireikingunum, sum eru frá Facebooksíðuni Nýggjárshaldið í Vági.














.