Løgmanssteypið, 1. umfar
HB – KÍ 1-2 (0-1)
Hóast HB hevði javnað við einum manni í yvirtali, so var tað væl og virðiliga uppiborið, tá ið Páll Klettskarð í yvirtíðini beindi bóltin inn um málstrikuna, og skoraði sigursmálið til 1-2 til KÍ.
KÍ var heilt einfalt nógv betri enn HB allan dystin, eisini tá ið HB var ein maður meira meginpartin av seinna hálvleiki.
HB fekk ikki eitt bein til jørðini í fyrra hálvleiki móti KÍ. Klaksvíkingar vóru betri í øllum lutum, og tað kundi tað sama verið tvey ella trý mál á muni í steðginum.
HB átti fyrsta álopið í dystinum, og legði høgt trýst eina løtu. Men tað vardi ikki leingi, so sat KÍ á øllum, og tað gav longu úrslt í 14 minutti, tá ið Patrik Johannesen gjørdist leysur og legði bóltin fram við Reinis Reinholds í málinum hjá HB og í málið.
KÍ helt fram at dominera, og serliga mitt inni á miðjuni vóru teir sterkari enn HB, sum als ikki kláraði at spæla seg út frá egnum máli. Tað sá eisini eitt sindur løgið út, at HB fer eftir ferð legði bóltin mitt inn á vøllin, tá ið teir skuldu sparka burtur, tí har vann KÍ alt.
KÍ hevði sum nevnt nakrar góðar møguleikar afturat fyri steðgin. Málverjin Reinis Reinholds bjargaði einar tvær ferðir, og einaferð varð bjargað á strikuni, og HB var enn við í dystinum.
HB kom betri inn til seinna hálvleik. Teir royndu aftur at leggja trýst á KÍ, og tað eydnaðist lutvíst, hóast spælið framvegis ikki var sannførandi.
HB kom tó við í dystin aftur, tá ið Issah Ahmed Latif hjá KÍ steðgaði einum HB-ara í einum mótálopi og fekk sítt annað gula kort og mátti av vølli.
HB hevði nú fleiri góðar løtur enn í fyrra hálvleiki, men framvegis var KÍ tað vandamiklara liðið, og teir kundu tað sama havt avgjørt dystin, áðrenn HB brádliga javnaði, tá ið Sammy Skytte tíggju minuttir fyri tíð eftir eitt sindur av pingpong framman fyri málið hjá KÍ skoraði.
Nú hevði ikki verið so løgið um HB við einum manni í yvirtali tók yvir spælið. Men tað var heldur sum um HB-ararnir strinaðu. Teir høvdu trupult við at spæla seg út frá egnum málið, og vóru sín egni ringasti fíggindi, og fleiri ferðir var um reppið, at KÍ skoraði, eftir at HB hevði søplað bóltin burtur.
Og so hendi tað, sum hendan greini byrjar við. Páll Klettskarð sendi KÍ í fjórðingsfinaluna, og steypavinnararnar HB úr kappingini.
KÍ-arar fóru ovurfegnir norður til Klaksvíkar aftur, meðan HB-viðhaldsfólk mutlaðu um, hvussu lítið skil var á spælinum hjá teira liði.
Dysturin vísti okkum, at hóast hesi liðini eru jøvn í landakappingini við fullum stigatali, so sær KÍ út til at vera nógv bertri enn HB, sum ikki kann væntast at gera nakrar skreytir ovast í Betrideildini við slíkum spæli, sum teir vístu í kvøld. Men mangir eru leikirnir í longum talvi.