Sunnudagin verður appin TikTok møguliga bannað í USA. Tað hendir, um hægsti rættur ikki góðtekur eina løgfrøðiliga roynd at steðga banninum. Kinesiska eigarafelagið, ByteDance, sigur, at bannið er í stríð við grundlógina. BBC skrivar, at avgerðin væntandi fellur í dag, hvørt bannið stendur við ella ikki.
Í apríl 2024 varð eitt lógaruppskot frá amerikanska forsetanum Joe Biden, vernd av amerikanarum móti forritum stýrd av útlendskum mótstøðumonnum, góðkent í kongressini. Lógaruppskotið gevur stjórnini møguleika at banna appum og forritum, sum útlendingar eiga, og sum verða mettar sum ein hóttan móti tjóðartrygdini. Stjórnir í fleiri landum, millum annnað Føroyum, hava longu bannað alment settum starvsfólkum at hava TikTok arbeiðstelefonum.
Hóttandi bannið av TikTok, hevur fingið fleiri túsund amerikanarar at leitað sær til aðrar kinesiskar appir, so sum Xiaohongshu, ið nú er tann appin, sum er mest tikin niður í app-store hjá Apple í USA. Xiaohongshu líkist TikTok bæði í útsjónd og funktiónum, og nýggju brúkararnir hava givið sær heitið TikTok-flóttar á hesum miðlinum.
Aðrir sosialir miðlar, so sum Instagram Reels og YouTube Shorts, verða mettir at kunna verða stóru vinnararnir, um TikTok verður bannað.
Komandi forsetin í USA, Donald Trump, hevur biðið hægsta rætt um at útseta bannið, meðan hann roynir at finna eina politiska loysn. Donald Trump royndi sjálvur í 2020 at innføra bann móti TikTok. Síðan er hann vorðin glaður fyri appina, sum hjálpti honum at røkka ungum amerikanarum í valstríðnum.