Tjóðpallur Føroya fer um miðjan november at sýna leikin ‘Sonurin’ eftir tann norska høvundan Jon Fosse, boðar Tjóðpallurin frá.
“Ein av okkara størstu samtíðarhøvundum í Norðurlondum verður nú fyri fyrstu ferð settur á pall í Føroyum,” segði Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum. “Sonurin er ein dramatisk søga um alt tað vit aldri siga hvør øðrum.”
Í eini lítlari bygd sita pápin og mamman.
Tað er myrkt í bygdini.
Einki ljós er at síggja uttan ljósið úr teirra egnu húsum og húsunum hjá Grannanum.
Í dag er Grannin farin inn í býin – helst at drekka seg fullan.
Ungdómurin í bygdini flytur burtur – eins og Sonurin hjá Pápanum og Mammuni gjørdi.
Tey leingjast eftir at Sonurin kemur at vitja.
Tey vita ikki hvar hann er, ella hvat hann ger.
Tey stúra eisini fyri at hann kemur heim aftur.
Men ein sonur er ein sonur, og heim aftur kemur hann…
Søgan hjá Jon Fosse lýsir eitt lítið samfelag har færri og færri fólk búgva, har friður, einsemi og brostnir dreymar mynda landið – og slaturin.
At leikstjórna hesi hugspennandi søgu hevur Tjóðpallurin fingið Kim Dambæk at koma upp til Føroya. Kim hevur áður leikstjórnað stórleikirnar: Reinsan og Elektra á Tjóðpallinum, og verður Sonurin ikki ein minni uppliving.
At sniðgeva búnarnar og pallmyndina, og skapa huglagið saman við leikstjóranum, kemur scenografurin, Anne Mette Bo Drivsholm at taka sær av. Ljóssniðgevi verður Turpin Napoleon Djurhuus. Marna Jacobsen hevur týtt leikin til føroyskt.
Leikararnir í Soninum verða Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam og Elias Magnussen.
Jon Fosse er føddur í 1959 og hevur latið eitt rúgvumikið ritverk úr hondum sum er týtt til nógv mál. Fosse hevur eitt sera sermerkt mál; hann skrivar langar, smidligar og rútmiskar setningar, og endurtekur orð, setningar og hugsanir, soleiðis at hansara einføldu prosatekstir fáa ein sterkan tónlistarligan dám. Nógvar av skaldsøgunum hjá Fosse fara fram á norsku vesturstrondini og lýsa ofta nærleikan í lívinum hjá persónunum so sum havið, bygdina og familjuna. Sum leikritahøvundur fæst Fosse eisini við intim sambond, og hann skrivar ofta stuttar leikir til fáar leikarar.
Í 2015 vann Jon Fosse bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, og í 2023 fekk hann Nobelheiðursløn í bókmentum fyri sín nýskapandi dramatik og prosa.
Fyrsta sýning av Soninum eftir Jon Fosse verður á Tjóðpallinum hósdagin 14. novembur, upplýsir Tjóðpallur Føroya.