Leygardagin hevur Tjóðveldi floksting í Varpinum í Klakvísk. Dagurin er almennur, og tí eru øll Tjóðveldisáhugað vælkomin.
Hetta er fyrsta flokstingið, síðan Sirið Stenberg gjørdist forkvinna í flokkinum. Eisini hevur flokkurin fingið nýggja næstforkvinnu, Hervør Pálsdóttir, og nýggjan aðalstjórnarformann, Høgna í Stórustovu.
Ríkisrættarliga støða Føroya verður fremsta evnið á flokstinginum, og vónar Tjóðveldi at síggja fólk í øllum aldri og úr øllum Føroyum.
Tær nýtist ikki at vera limur í einum økisfelagi fyri at luttaka. Sambært viðtøkunum eru øll Tjóðveldisáhugað hjartaliga vælkomin.
Skráin:
08:30: Morgunmatur
09:30: Flokstingið verður sett
10:00: Framløga av roknskapi
10:15: Innkomin mál
11:00: Sirið Stenberg – forkvinnurøða
11:30: Felagsmynd
12:00: Døgurði
13:00 Politiskt orðaskifti
15:00: Steðgur
15:30: Politiskt orðaskifti heldur fram
16:30: Yvirlýsing
17:00 Liðugt
19:00 Veitsla fyri tilmeldaðum.