Tonik 2025 er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. Kveikjandi virksemi innan tøkni og list verða á fimm hæddum í óhátíðarligum og estetiskum umhvørvi í Sjóvinnuhúsinum 9. mai .
Endamálið er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, sum gevur íblástur beinleiðis frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Og ikki minst at knýta sambond og deila vitan.
Fleiri fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan. Møguleiki verður eisini at at luttaka á verkstovum.
- Høvuðsrøðarar verða:
- Louise Ellegaard (Levens Hule)
- Sigurlina Ingvarsdottir (EA Sports)
- Henrik Christiansen (Ransomware expert)
- Matthias Gredal Norvig (Subway Surfer)
Á pitchkappingini fara føroyskir og útlendskir íverksetarar at kappast um vinningin á 100.000 krónur.
Nýskapandi loysnir og kreativa tilgongdin verður víst fram av bæði føroyskum og útlendskum fyritøkum og listafólkum. Tað serliga við Tonik er samanrenningin millum skapandi vinnuna og tøkni vinnuna, sum skapar bestu karmarnar fyri nýhugsan.
Íleggjarar sita klárir til prát í hugnaligum uppihaldsstovum á øllum fimm hæddunum í Silo.
Í veitsluni aftaná stevnuna verður døgurði og okkurt leskiligt afturvið. Ein breið vifta av listarligum og tónleikaligum upplivingum fara at skapa góðan hýr.