Tað gongst væl hjá longdarleyparanum, Tóri Mortensen, fyri tíðina. Í januar setti hann nýtt føroyskt í longdarlopi innandura, og aftur hetta vikuskiftið hevur 26 ára gamli havnarmaðurin betra føroyska metið.
Kapping var um innandura danmarksmeistaraheiti í frælsum ítrótti í Thorvald Ellegaards Arena í Odense. Tórur Mortensen var framúr og vann silvurmerki í longdarlopi. Hann leyp 7,54 metrar, og var bert 2 centimetrar aftanfyri vinnaran, Andreas Trajkovski.
Gamla metið hjá Tóri Mortensen var 7,48 metrar, og hann eigur eisini uttandura metið, sum er 7, 49 metrar. Tað merkir, at nýggja føroyska innandura metið hjá Tóri Mortensen á 7,54 metrar, er tað longsta nakar føroyingur hevur lopið um vit taka innandura og uttandura undir einum. Tað verður sotatt spennandi at fylgja við í summar, tá ið uttandura kappingarnar í Frælsum ítrótti fara í gongd.
Les eisini: Tórur nýtt innandura met í longdarlopi