Tørvur á 450 búplássum komandi 15 árini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tørvur er á umleið 450 fleiri búplássum á eldraøkinum komandi árini. Tað sigur Búskaparráðið í Várfrágreiðingini fyri 2025.

Í dag eru umleið 20 prosent av teimum, sum eru eldri enn 80 ár, fastbúgvandi á røktar- og ellisheimi, og við væntaða vøkstrinum í fólkatalinum eldri enn 80 ár, økist tørvurin á búsplássum væntandi við umleið 450 plássum komandi 15 árini. Í løtuni eru umleið 630 tøk búpláss í Føroyum.

Demografisku broytingarnar hava við sær, at talið av eldri í Føroyum er vaksandi. Talið av pensjónistum eldri enn 67 ár er vaksið við nærum 1.000 síðan 2020, og henda gongdin heldur fram sambært fólkatalsframskrivingini hjá Hagstovuni frá 2022.

Talið av teimum, ið gerast eldri enn 80 ár, er eisini í stórum vøkstri. Í 2020 vóru gott 2.270 í hesum aldursbólki, í 2030 væntast tað verða umleið 3.500, og í 2040, tá ið stóri vøksturin toppar, verður talið áleið 4.500.

Kommunurnar, sum hava ábyrgdina av eldrarøktini, kunnu sostatt vænta vaksandi útreiðslur av eldraøkinum komandi árini.


Mynd: Eysturoyar røktar- og ellisheim (Google Street View)