Trump ætlar at niðurleggja undirvísingarmálaráðið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Donald Trump, forseti í USA, hevur skrivað undir eina fyriskipan, sum skal gera klárt at niðurleggja amerikanska undirvísingarmálaráðið. Tað er ein liður í hansara ætlan um at lata ábyrgdina fyri skúlagongdina aftur til statirnar og lokalsamfeløgini.

Trump hevur leingi verið atfinningarsamur móti undirvísingarmálaráðnum, sum hann sigur er óeffektivt og merkt av liberalari ideologi.

Hann heldur, at ráðið hevur brúkt milliardir av pengunum hjá skattgjaldarunum uttan nøktandi úrslit. Hann nevnir, at stórur partur av næmingunum í USA ikki klárar grundleggjandi førleikar í lesing og støddfrøði.

Tað er tó ikki einfalt at niðurleggja ráðið, tí tað varð stovnað av Kongressini í 1979. Ein fullkomin niðurlegging krevur tí eina lógarbroyting, sum skal samtykkjast at Kongressini.

Trump sigur, at hetta er ein søgulig handling, sum hevur verið 45 ár ávegis.