Telefonir og teldur sleppa nú undan tollinum hjá Trump, eftir at hann annars hevði sett toll á 145 prosent á kinesiskar vørur. Hetta er ein stórur lætti fyri fyritøkur sum Apple, ið framleiða nógv í Kina. Tað skrivar BBC.
Undantakið fevnir eisini um hálvleiðarar, solkyknur og minnisbrikkar, sum hava stóran týdning fyri alheims tøkni.
Hóast hetta er eitt positivt tekin fyri alheimshandilin, er óvissan framvegis stór, tí tollreglurnar broytast frá degi til dags.
Kinesiska fíggjarmálaráðið hevur klagað til alheimshandilsfelagsskapin, WTO, og kallað tollarnar óskynsamar.
Samstundis sigur ein talskvinna fyri Trump, at USA framvegis ikki lítur á Kina, tá tað kemur til framleiðslu av kritiskari tøkni sum hálvleiðarum og snildtelefonum. Tað vísir, at hóast undantøkini, er handilspolitikkurin hjá Trump framvegis merktur av stórari skepsis mótvegis Kina.