Trupult hjá Bakkafrost at røkka 2030-málunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bakkafrost hevur almannakunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2024, og sigur felagið, at árið var merkt av góðum fíggjarligum avriki, har serliga tann lívfrøðiliga gongdin hevur verið framúr góð.

Leiðslan metir úrslitið vera nøktandi, serliga tá atlit verður tikið til truplu umstøðurnar, sum merktu árið, millum annað við umfatandi verkfalli í Føroyum og yvirskipaðari marknaðaróvissu.

Ársfrágreiðingin inniheldur eisini frágreiðing um avrikið innan burðardygd, og fyri fyrstu ferð hevur felagið handlað fult í samsvari við nýggja ES-standardin fyri burðardygdsroknskapir.

Hetta merkir, at íleggjarar, kundar og almenningurin nú kunnu fáa eitt enn betri innlit í umhvørvisligu, sosialu og handilsligu ávirkanina hjá Bakkafrost.

Bakkafrost hevur bundið seg til at minka um CO2-útlátið frá felagsins virksemi. Nú tølini fyri 2024 eru gjørd upp, ásannnar felagið, at tað stendur yvirfyri eini risa avbjóðing, um 2030-málini skulu røkkast.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur í hesum sambandi:

– Fíggjarliga úrslitið er nøktandi, og vit fegnast um eina sera jaliga lívfrøðiliga gongd. Hóast marknaðaróvissu, so er eftirspurningurin eftir hágóðsku laksi framhaldandi stórur.
Vit fegnast eisini um fyri fyrstu ferð at geva út frágreiðing, ið er í tráð við nýggju ES-lóggávuna um burðardygdsroknskapir, sum er við til at tryggja gjøgnumskygni, og ger tað møguligt at samanbera feløg.
Samstundis staðfesta tølini, at stórar avbjóðingar eru fyri framman. Grøna orkuskiftið er ein fortreyt, bæði frá marknaðinum, sum keypir okkara vørur, og frá fíggjarmarknaðinum. Tí er samstarv alneyðugt fyri at seta munagóð átøk í verk, sum flyta okkum fram á grønu leiðina, og vit eru til reiðar at gera okkara part.