Trygd avlop á 23,3 milliónir krónur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tryggingarfelagið Trygd hevði í fjør 23,3 milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt, tað er nakað lægri enn árið fyri. Úrslitið stavar frá øktum tryggingarinntøkum og góðum íløguavkasti, hóast útreiðslurnar til skaðaendurgjøld eisini vuksu.

– Vit fegnast um gongdina við burðardyggum vøkstri og góðum íløguavkasti, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Endurgjaldsútreiðslurnar vuksu við 15,9 milliónum krónum til 114,5 milliónir krónur í 2024, tað er eitt úrslit av fleiri skaðafráboðanum enn undanfarin ár og hægri umvælingarkostnað.

Tó vuksu tryggingargjøldini við 9,6 milliónum krónum til 178,3 milliónir krónur, serliga orsakað av nýggjum kundum, meirsølu og prísvøkstri.

Trygd arbeiðir miðvíst við at betra um tænasturnar til kundarnar. Anna Mohr Holm leggur dent á týdningin av at hava dagførdar tryggingar:

– Um skaði hendir, og tryggingarnar ikki eru í lagi, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri familjur. Tí arbeiða vit støðugt við at gera tað lætt fyri fólk at vera rætt og væl tryggjað.

Nýggja heimasíðan hjá Trygd ger tað eisini lættari at boða frá skaðum, serliga við telefon. Við hesum leggur Trygd dent á góðsku í kundasambandinum, sum eisini sæst aftur í eini nøgdar kundakanning í 2024.