Ongland vann fyrsta landsdystin við Thomas Tuchel sum venjara. Týski venjarin er settur sum enskur landsliðsvenjari fyri at vinna einki minni enn heimsmeistaraheitið í 2026.
England vann 2-0 á Albania í fyrsta dystinum í undankappingini til HM 2026.
18 ára gamli Myles Lewis-Skelly gjørdist yngsti spælari nakrantíð at skora fyri enska landsliðið í fyrsta landsdystinum. Hann fekk eitt framúr upplegg frá Jude Bellingham, sum eisini spældi ein týðandi leiklut.
Seinna málið kom frá Harry Kane, sum skoraði sítt landsliðsmál nummar 70.
Dysturin vísti nøkru tekin upp á, hvønn taktiskan leist frá Tuchel ætlar at brúka.
Komandi dystur hjá Onglandi verður móti Letlandi mánadagin á Wembley í London.