Tunlarnir norður um Fjall lata upp 19. desembur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hósdagin 19. desembur 2024 klokkan. 13.30 verður hátíðarhald í sambandi við, at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp. Tað boðar Landsverk frá í dag.

Talan er um er nýggja Árnafjarðartunnilin, sum verður 1965 metra og nýggja Hvannasundstunnilin, sum verður 2246 metra. Eisini eru nýggir vegir á 1,8 kilometrar í økinum.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, fer at halda røðu við hátíðarhaldið, sum verður við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin. Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og Jón Sigurdsson, stjóri í P/F Articon, halda eisini røður. Klaksvíkar hornorkestur spælir.

Tá snórurin er kliptur umleið klokkan 14.10, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu. Eftir hetta bjóða Landsverk og Hvannasunds kommuna øllum til drekkamun í Skúlanum á Fossánesi.

Áðrenn hátíðarhaldið verður høvi at renna, ganga og súkkla ígjøgnum nýggju tunlarnar í samstarvi við Treysti og súkklufelagið Norðstrok. Renningin og súkklingin byrjaa klokkan 12.00 við tunnilsmunnan í Ánunum. Tilmelding er ikki neyðug.