Túsund fólkaskúlanæmingar læra fyrstuhjálp

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í morgun høvdu 7-. og 8. floksnæmingarnir í Skála skúla ein øðrvísi skúladag, tá ið frálæra í fyrstuhjálp stóð ovast á tímatalvuni. Hesir næmingar eru partur av eini størri ætlan, ið hevur sum mál, at 1.035 ung í Føroyum skulu læra fyrstuhjálp áðrenn 10. apríl.

Reyði Krossur Føroya, við fíggjarligum stuðli frá Betri Stuðul, skipar fyri hesi frálæru. Jákup av Skarði, samskipari í fyrstuhjálp hjá Reyða Krossi, heldur at tað er týdningarmikið at ung kunna veita fyrstuhjálp, serliga tí ungdómar ofta taka lut í ymiskum aktivitetum, har óhapp kunnu henda uttan vaksin eru til staðar.

Jákup av Skarði hevur stórar vónir til, at skeiðini fara at fyribyrgja skaðum og hjálpa ungdómunum at handla skynsamt í vandastøðum.
– Vit í Reyða Krossi halda, at øll eiga at duga fyrstuhjálp, sigur hann.

Fyrstuhjálparskeiðini byrjaðu í 2023, og Reyði Krossur Føroya gleðir seg um møguleikan at halda fram við hesum týdningarmikla arbeiði í ár.