Tvøroyrar kommuna kann taka alt grótið frá Suðuroyartunlinum. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, við Kringvarp Føroya. Talan er um 1,2 milliónir kubik av gróti.
Ætlanin er at brúka grótið at fylla út til eitt nýtt ídnaðaøkið á 128.000 fermetrar millum millum Krambatanga og Drelnes og longur inni á fjørðin. Kommunan hevur í fleiri ár arbeitt við eini ætlan at fylla hetta økið út, sigur Kristin Michelsen.
Kommunurnar í Suðuroy hava verið á fundi við fíggjarnevndina, og Tvøroyar kommuna hevur boðað frá, at hon kann taka alt grótið.
Kristin Michelsen sigur, at kommunan hevur fingið fyrispurningar bæði úr Føroyum og uttanlands um vinnuøki í kommununi, og hann nevnir í tí sambandinum, at Tvøroyri liggur bert fáa tímar frá bretska meginlandinum, har tað búgva tíggjutals milliónir fólk.
Kristian Michelsen sigur, at prátið um tunnilin skapar eitt slag av bjartskygni í oynni, og hann bæði vónar og trýr at Suðuroyartunnilin verður veruleiki, tí at í Løgtinginum eru nógvir bæði heilir og hálvir Suðuroyingar.
Kommunan hevur ikki kanna náttúruárini av eini útfylling enn. Men kommunan hevur eini tvey ár at arbeiða í, um Suðuroyartunnilin verður samtyktur, sigur Kristin Michelsen.