Gjáramorgunin flutti bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi ein skaddan mann av einum kinesiskum farmaskipi, sum var statt 150 fjórðingar úr Føroyum. Maðurin hevði brotið armin, og tað varð mett, at hann hevði tørv á læknahjálp. Tyrlan flutti hann beinleiðis á Landssjúkrahúsið.
Skipið, sum er skrásett í Hong Kong, var á veg frá Murmansk til Istanbul. Av tí at tað var so stórt – 225 metrar langt, hevði tað tyrlupall, sum gjørdi tað møguligt hjá tyrluni at seta seg á skipið.
Bjargingin tók samanlagt millum seks og sjey tímar, og tað var bíðað við at fara úr Føroyum, til skipið var komið nóg langt suður, so tyrlan hevði nóg mikið av brennievni til drúgvu ferðina.
Eftir bjargingina rósti skiparin á farmaskipinum tyrluliðnum fyri teirra framúr góða arbeiði.