Týskir politikkarar umhugsa at taka gullið, sum teir hava goymt í USA, heim til Týsklands, tí óttast verður fyri trygdini.
Umleið 37 prosent av gullgoymsluni hjá Týsklandi, sum hevur eitt virði á 113 milliardir evrur, liggja í amerikanska seðlabankanum í New York. Tað hevur vakt stúran millum fleiri týskar politikarar, eftir at sambandið millum Týskland og USA er vorðið meira spent.
Ein av teimum, ið hevur víst á hetta, er Marco Wanderwitz úr CDU, sum longu í 2012 bað um at fáa eftirlit við gullinum. Hann hevur mælt til, at gullið verður flutt aftur til Týsklands, ella at týski seðlabankin fær betri eftirliti við gullinum í USA. Eisini Markus Ferber úr CSU, krevur, at týsk umboðsfólk persónliga skulu kanna og skjalprógva gullið hjá Týsklandi í USA.
Týski seðlabankastjórin, Joachim Nagel, heldur tó, at gullið er trygt í New York. Hann vísir á, at amerikanski seðlabankin er ein álítandi samstarvsfelagi og sigur seg hava fulla álit á teimum.