Føroyska U19-dreingir í hondbólti komu í bólk E saman við Týsklandi, Slovenia og Uruguai í HM-endaspælinum, sum verður leikt í Egyptalandi í døgunum 6. – 17. august.
Á papírinum er helst talan um eitt miðal lutakast. Týskland gjørdist nummar. 5 í EM-endaspælinum í summar, har Føroyar gjørdist nummar 15.
Føroyar spældu móti Týsklandi í upphitingarkappingini til EM-endaspælið. Tá vunnu týskarar 32-23.
Slovenia gjørdist nummar 9 í EM-endaspælinum og vunnu 32-25 á Føroyum í millumumfarinum
Uruguai vann seg til HM-endaspælið við at gerðast nummar trý í Suðuramerikonsku undankappingini.
Lutakastið:
Bólkur A: Svøríki, Portugal, Kuveit, Eysturríki
Bólkur B: Ungarn, Sveis. Marokko, Kosovo
Bólkur C: Serbia, Spania, Kroatia, Algeria
Bólkur D: Ísland, Brasil, Guinea, Saudiarabia
Bólkur E: Týskland, Slovenia, Uruguai, Føroyar
Bólkur F: Noreg, Frakland, Argentina, (ikki avgjørt)
Bólkur G: Egyptaland, Japan, Suðurkorea, Barein
Bólkur H: Danmark, Tunesia, Kekkia, USA
Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki koma víðari at spæla um topp 16, meðan tvey tey niðastu spæla sonevnda Presidents Cup, um plássini 17-32.