U19-dreingirnir taptu javnan bronsudyst

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

NEVZA U19, menn:
Føroyar – Ongland 1-3 (25-19, 23-25, 25-27, 24-26)

U19-manslandsliðið spældi seinnapartin bronsudyst móti Onglandi í NEVZA U19-kappingini, sum hevur verið í høllini á Hálsí í Havn um vikuskiftið.

Føroyar komu væl í gongd, komu skjótt fram um, og vunnu at enda fyrsta sett 25-19.

Tíverri so var eydnan ikki við føroysku dreingjunum næstu trý settini, sum øll vórðu tapt við tveimum bóltum. Serliga annað sett munnu føroysku dreingirnir iðra seg nógv um, tí eitt skifti førdu Føroyar 17-11, men greiða leiðslan varð søplað burtur.

U19-genturnar taptu javnbrótaran

NEVZA U19, kvinnur:
Føroyar – Ongland 2-3 (17-25 25-23 21-25 25-15 8-15)

Eisini U19-genturnar spældu móti Onglandi. Hesin dystur var í morgun og var um fimta og sætta plássið.

Eisini kvinnurnar taptu, men hesin dysturin gjørdist upp aftur meira spennandi og mátti út í javnbrótarasett.

Ongland vann fyrsta sett, og so skiftust londini um at vinna, settini, áðrenn Ongland vann javnbrótaran greitt 15-8. Harvið endaðu føroysku U19-genturnar aftast í NEVZA U19-kappingini.

Myndir: Gylvi Fritsson