Eiðis kommuna hevur fingið eina átalu frá Umboðsmanninum. Ein borgari klagaði um, at hann ikki hevði fingið svar frá kommununi í næstan eitt ár eftir, at hann sendi umsóknina um keyp av fastogn í januar 2024. Umframt hetta hevði borgarin eisini í mai 2024 sent fyrispurningar um málið og innlitsumbøn, uttan at fáa svar.
Umboðsmaðurin helt, at hetta hvørki var nøktandi ella í samsvar við góðan fyrisitingarsið og gav tí kommununi eina átalu.
Kommunan harmaðist um handfaringina av málinum og upplýsti, at tey nú miðja eftir at svara borgaranum innan 14 dagar og at lata innlit skjótast gjørligt. Kommunan vísti á, at eitt starvsfólk var farið í annað starv, og at málið av teirri orsøk ongantíð var avgreitt, og at samskiftið við borgaran umvegis telefon ikki var noterað.
Eiðis kommuna ætlar nú at betra um sítt samskifti við borgarar fyri at tryggja, at slíkar støður ikki endurtaka seg.