Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá Frihedsbrevet um málsviðgerðina hjá Sunda kommunu av einari umbøn um innlit.
Sunda kommuna hevði noktað at veita innlit, tí tey hildu ikki, at umbønin var nóg væl eyðmerkt. Umboðsmaðurin helt, at hetta ikki var rætt, og at kommunan ikki kundi vísa til sína egnu skipan fyri at nokta innlit.
Umboðsmaðurin minti Sunda kommunu á, at undangjald einans kann krevjast í serstøðum, og gav kommununi eina átalu fyri ikki at broyta sína mannagongd eftir áminningina frá 2023. Hetta kemst av, at Sunda kommuna kravdi eitt gjald fyri at veita innlit, hóast hetta bert eigur at verða kravt í heilt serstøkum førum.
Eisini helt umboðsmaðurin, at Sunda kommuna ikki kundi vísa á sína egnu skipan fyri at nokta innlit. Myndugleikar hava skyldu til at skipa sínar arbeiðsgongdir og skipanir soleiðis, at innlit kann veitast sambært ásetingunum í innlitslógini.
Aftaná klaguna til umboðsmannin veitti Sunda kommuna Frihedsbrevet innlit, tó við kravi um undangjald fyri avritini, sum umboðsmaðurin enn einaferð helt vera óheimilað. Sunda kommuna fekk tí eina átalu fyri ikki at fylgja innlitslógini og fyri at krevja óheimilað gjald.