Umhvørvisstovan góðkennir svimjihøllina í Havn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Umhvørvisstovan hevur góðkent útbyggingina av svimjihøllini í Gundadali í Havn. Tað er gjørt við heimild í kunngerð um umhvørvisreglur.

Góðkenningin setur strangar treytir fyri vatngóðsku, reinsiskipanir, umframt goymslu og nýtslu av kemikalium. Eisini verður kravt regluligt eftirlit, soleiðis at heilsufrøðiliga støðan verður tryggjað.

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at krøvini verða fylgd, meðan Tórshavnar kommuna eigur og rekur svimjihøllina.

Útbyggingin umfatar fimm nýggjar hyljar. Hetta eru ein langhylur, ein vatnvenjingarhylur, ein heitur hylur, ein kaldur hylur og eitt gosbað. Hvør hylur fær sína egnu reinsiskipan, ið skal tryggja brúkarunum góða vatngóðsku.