Eftir ein spennandi dyst, sum endaði 1-1 eftir vanligan og longda leiktíð, vann Manchester United á Arsenal 5-3 í brotssparkskapping.
Manchester United kom harvið víðari í fjórða umfar í FA Cup kappingini, har teir møta Leicester City, sum hevur fyrrverandi United-leikaran og fyribils venjaran fyrr í kappingarárinum, Ruud van Nistelrooy, sum venjara.
Bruno Fernandes skoraði tað fyrsta málið fyri United eftir gott uppspæl frá Alejandro Garnacho. Stutta løtu seinni fekk Diogo Dalot reytt kort fyri sítt seinna gula, og so javnaði Arsenal við máli hjá Gabriel.
Arsenal hevði nógvar møguleikar í dystinum, men góði málverjin hjá United, Altay Bayindir, bjargaði fleiri ferðir. Málverjin hjá Arsenal, David Raya, bjargaði eisini einum skoti frá Joshua Zirkzee seint í dystinum.
Arsenal kundi havt tikið leiðsluna við einum brotssparki, men Bayindir bjargaði skotinum hjá Martin Ødegaard. Tað var mikið rok millum leikararnar, um avgerðina at døma brotsspark.
Í brotssparkskappingini var United við yvirvág, og teir brendu einki brotsspark. Hjá Arsenal brendi Kai Havertz. Joshua Zirkzee tryggjaði sigurin hjá United við seinasta brotssparkinum.
Harvið hevur Manchester United nú fingið tvey góð úrslit á rað undir nýggja venjaranum Ruben Amorim, fyrst javnleik í Liverpool og nú FA-cup sigur móti Arsenal.
Hini úrslitini í 3. umfari vóru tey flestu, sum væntað, og einasta veruliga óvæntaða úrslitið var, at Brentford úr Premier League tapti fyri Plymouth Argyle, sum liggur niðast í næstbestu deildini í Onglandi.
Úrslitini í 3. umfari í FA-Cup
- Southampton – Swansea City 3-0
- Newcastle United – Bromley 3-1
- Ipswich Town – Bristol Rovers 3-0
- Crystal Palace – Stockport County 1-0
- Arsenal – Manchester United 1-1 (Manchester United vann 5-3 eftir brotssparkskapping)
- Tamworth – Tottenham Hotspur 0-3 (eftir longda leiktíð)
- Hull City – Doncaster Rovers 1-1 (Doncaster Rovers vann 5-4 eftir brotssparkskapping)
- Coventry City – Sheffield Wednesday 1-1 (Coventry City vann 4-3 eftir brotssparkskapping)
- Manchester City – Salford City 8-0
- Leeds United – Harrogate Town 1-0
- Sunderland – Stoke City 1-2 (eftir longda leiktíð)
- Reading – Burnley 1-3 (eftir longda leiktíð)
- Nottingham Forest – Luton Town 2-0
- Norwich City – Brighton and Hove Albion 0-4
- Exeter City – Oxford United 3-1
- Chelsea – Morecambe 5-0
- Brentford – Plymouth Argyle 0-1
- Bournemouth – West Bromwich Albion 5-1
- Leicester City – Queens Park Rangers 6-2
- Liverpool – Accrington Stanley 4-0
- Middlesbrough – Blackburn Rovers 0-1
- Bristol City – Wolverhampton Wanderers 1-2
- Birmingham City – Lincoln City 2-1
- Aston Villa – West Ham United 2-1
- Wycombe Wanderers – Portsmouth 2-0
- Fulham – Watford 4-1
- Everton – Peterborough United 2-0
- Sheffield United – Cardiff City 0-1
Fýra dystir eru eftir at spæla:
Mánadagin
- Mansfield Town – Wigan Athletic (19:45)
Týsdagin
- Preston North End – Charlton Athletic (19:45)
- Millwall – Dagenham & Redbridge (19:30)
- Leyton Orient – Derby County (19:45)
Í 4. umfari í FA-cup spæla liðini soleiðis:
Leygardag 8. februar (nakrir dystir verða fluttir)
- Manchester United – Leicester City
- Leeds United AFC – Millwall / Dag & Red
- Brighton & Hove Albion – Chelsea
- Preston NE / Charlton – Wycombe Wanderers
- Exeter City – Nottingham Forest
- Coventry City – Ipswich Town
- Blackburn Rovers – Wolverhampton Wanderers
- Mansfield / Wigan Ath – Fulham
- Birmingham City – Newcastle United
- Plymouth Argyle – Liverpool
- Everton – AFC Bournemouth
- Aston Villa – Tottenham Hotspur
- Southampton – Burnley
- Leyton O / Derby Co – Manchester City
- Doncaster Rovers – Crystal Palace
- Stoke City – Cardiff City