Í tíðarskeiðinum mars 2024 til februar 2025 varð samlað útflutt fyri 12,5 milliardir krónur, næstan 400 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið. Fiskavøruútflutningurin minkaði 485,3 milliónir krónur, ella 4 prosentum. Tað skrivar Hagstova Føroya.
Útflutningurin av laksi er vaksin, hóast miðalprísurin er lækkaður, tí meira óvirkaðar vørur verða seldar. Somuleiðis er útflutningsvirðið av makreli økt við 469,7 milliónum krónum, serliga orsakað av príshækkingum.
Størsti vøksturin í útflutningi er til Asia, serliga Kina, meðan útflutningurin til Norðuramerika er minkaður, serliga til USA.
Seinastu árini hevur útflutningurin til Amerika verið í støðugum vøkstri, og útflutningstølini til USA eru tvífaldaði samanborið við tíðarskeiðið 2014-2021.
Í dag keypa fimm lond – USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania – vørur úr Føroyum fyri yvir eina milliard krónur. Útflutningurin til ES er nærum óbroyttur á 5,6 milliardum krónum.