Uttanlandsnevnin fær víðkaðar heimildir á tingfundi í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tingfundur verður í dag klokkan 13. Á skránni eru millum annað 1. viðgerð av trimum uppskotum. Tey eru broyting í tingskipanini at víðka heimildirnar hjá Uttanlandsnevndini, eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2025 og játtanarkarmar til fíggjarlógina fyri 2026.

Fyrst á skránni er 3. viðgerð av ríkislógartilmæli um broytingar í útlendingalógini og 3. viðger av broytingum í løgtinslóg um elriknar hitapumpuskipanir, har Jarðfeingi skal gera mátingar og skrásetingar av boriholum.

Eisini eru fleiri 2. viðgerðir á skránni, millum annað um heilsutænastur í nærumhvørvinum, universitetssjúkrahús, og um bygging og umvæling av starvsfólkabygninginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eisini er bygging av aulu til Tekniska skúla í Klaksvík og skúlabygning á Frælsinum til 2. viðgerð í dag.