, ,

Vænta ein fimting fleiri cruise ferða­fólk í 2025

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Til komandi ár verða væntar Tórshavnar havn ein góðan fimting fleiri cruise ferðafólk samanborið við í ár. Sesongin fyri 2024, sum endaði tann 1. oktober, sá umleið 24.500 ferðafólk vitja Havnina umvegis útlendsk cruise skip, upplýsir Tórshavnar havn.

“Higartil er boðað frá 52 komum næsta ár,” segði stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen. “Væntað verður at eini 30.000 ferðafólk koma at vitja Havnina.”

“Í alt vóru 46 vitjanir frá ferðamannaskipum við 24.458 ferðafólkum umborð í ár.”

“Nógv tey flestu skipini eru kendir gestir sum hava vitjað áður,” staðfesti Hanus Mikkelsen. “Summi av skipunum vitjaðu enntá fleiri ferðir í ár. Átta skip vitjaðu fyri fyrstu ferð.”

“Árið í ár gekk júst soleiðis sum vit høvdu vænta,” legði havnastjórin afturat. “Trý skip avlýstu teirra komu, og tað er ikki nakað óvanligt.”

“Í maj mánaði valdi stóra ferðamannaskipið Borealis, við áleið 1.000 ferðafólkum umborð, at avlýsa teirra komu. Annars hava hinar avlýsingarnar verið orsakað veður.”

Meira umhvørvisatlit

Í februar gjørdist Tórshavnar havn limur í EPI – Environmental Port Index, ein dátugrunnur ið samlar tøl inn ið siga nakað um umhvørvisdálking hjá cruise skipum. Av teimum 46 komunum vóru 37 skip sum skrásettu teirra dátur í skipanina.

“Júst skrásetingin í ár var sjálvboðin,” segði Hanus Mikkelsen. “Framyvir verður tó krav hjá skipum ið koma til Havnar at skráseta teirra dátur í EPI-dátugrunnin.”

“Úr skrásetingini hjá skipunum fáa skipini eitt stigatal. Tess hægri tal, tess betri. Miðaltalið fyri skrásetingina í ár er 36. Lægsta stigatal í ár er nýggju, meðan hægsta er 91. Hjá havnum sum vit vanliga samanbera okkum við, liggur talið ímillum 40-47.”

Útfrá stigatølunum hjá skipunum ber eitt nú til at gera ávísar tillagingar í prísi.

“Endamálið við EPI er at eggja reiðaríum og starvsfólkum umborð ið hava við ferða­manna­skipini at gera, at gerast meir tilvitað um teirra ávirkan á umhvørvið,” segði Hanus Mikk­els­en. “Harvið eisini at gera neyðugar broytingar.”

Bókingar fyri ferðamannaskip liggja tvey til trý ár fram í tíðina. Hóast tað verður skipanin sett í gildi við sesong byrjan 2025, segði havnarstjórin.